Nýggja danska stjórnin fer at arbeiða fyri føroyskum limaskapi í IOC, er sinnað at kanna møguleikan fyri einum statsláni til Suðuroyartunnilin, vil tryggja betri rættindi til føroysk lesandi í Danmark, og staðfestir, at avgerðir um Føroyar skulu takast í Føroyum. Hetta eru nøkur av fingramerkjunum, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur fingið við í nýggja danska samgonguskjalið, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, í tíðindaskrivi
Danska stjórnin fer at arbeiða fyri, at Føroyar kunnu fáa limaskap í IOC, soleiðis at okkara fremstu ítróttafólk framyvir kunnu luttaka undir Merkinum á Olympisku Leikunum. Samstundis verður arbeitt við at broyta Helsingforsavtaluna, so Føroyar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Harumframt er danska stjórnin sinnað at kanna, hvussu Suðuroyartunnilin kann fíggjast á bíligasta hátt og virka fyri møguleikanum fyri einum statsláni, um ynski er um hetta í Føroyum. Tað kann gerast eitt týðandi stig fyri at fremja verkætlanina, og áður hava útrokningar víst, at Føroyar kunnu spara útvið 800 mió. kr. við hesi loysnini.
Í samgonguskjalinum verður eisini staðfest, at “i internationale forhold skal intet besluttes om Færøerne uden Færøerne”. Hetta var eisini ein týðandi partur av útspælinum hjá okkum í Sambandflokkinum, “Nýtt Samband”, og hevur tí verið eitt høvuðsmál at fáa við. Tað hevur alstóran týdning, at Føroyar hava avgerðarrætt í málum, sum snúgva seg um Føroyar. Harumframt verður arbeitt við at knýta Føroyar upp í nýggja sjókaðalin millum Grønland og Danmark.
Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur eisini, saman við MFS, arbeitt fyri betri rættindi hjá føroyskum lesandi í Danmark. Í dag hava norðurlendsk lesandi millum annað rætt til orðabøkur á sínum móðurmáli, tá tey skulu upp í roynd. Føroysk lesandi hava ikki havt somu rættindi. Hetta skal nú broytast, so at føroysk lesandi verða javnsett við onnur norðurlendsk lesandi.
- Eg eri glað fyri mongu úrslitini. Hetta er tó ‘einans’ samgonguskjalið, og tí gleði eg meg at arbeiða fyri at tryggja, at málini verða framd í verki. Eg setti mær fyri at fáa mál við, sum hava týdning fyri okkum, fyri samgonguna í Føroyum og fyri Føroyar sum heild. Eg fari konstruktivt til verka saman við nýggju stjórnini í Danmark, sigur Anna Falkenberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald