Nógvi vindurin í dag hevur stóra ávirkan á samferðsluna. Allar leiðir hjá Bygdaleiðum eru avlýstar í dag, og út á fyrrapartin støðgaðu eisini teir reyðu bussarnir hjá Bussleiðini í Havn at koyra til Kirkjubøar, Kaldbaks og Kollafjarðar.
Flogtúrarnir í dag eru eisini ávirkaðir. Tvey flogfør fóru í morgun, sum ætlað, til Bergens og Keypmannahavnar, og nú klokkan 11.40 fór eisini flogfarið til Paris.
Hóast flúgvandi var, so gekk hetta út yvir tey ferðandi til Skotlands og Íslands. Tí tey ferðandi til Edinburgh vórðu flutt til Paris-flogfarið, og sleppa sostatt ein langan umveg áðrenn tey eru frammi í skotska høvuðsstaðnum.
Sama er galdandi við ferðafólkunum til Keflavíkar, sum vórðu ummbookað til Bergens-flogfarið.
Flogfarið, sum skuldi koma aftur úr Keypmannahavn er fyribils seinkað í tríggjar tímar, og sostatt eisini dagsins næsta flogfar til Keypmannahavnar. Fráferðin klokkan 14.30 er útsett til 17.20.
Á oyggjaleiðum er ætlanin framvegis, at Smyril fer sín fyrsta túr av Havnini í dag klokkan 16. Sildberin siglir ikki til Skúvoyar og heldur ikki Ritan til Svínoyar og Fugloyar. Hinar leiðirnar eru – enn – ikki ávirkaðar av veðrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald