2026-07-28 08:12
Tað verður Debes Hammershaimb Christiansen sum klokkan 14 setur ólavsøkuna á Vaglinum.
Debes Hammershaimb Christiansen starvast á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og er harumframt virkin innan frælsan ítrótt.
Til setanina verður sum vant skrúðgonga við hornblásarum, ítróttarfólki, reiðfólki og býráðslimum. Gingið verður úr Tróndargøtu oman á Vaglið.
Eftir setanina er klárt at spáka sær oman móti Eystaru bryggju ella Tinganesi, har FM-kappróður er at síggja frá klokkan 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald