Innanlands

Ólavur Gunnarson er formaður í maskinmeistarafelagnum

Maskinmeistarafelagið hevði aðalfund leygardagin tann 16. mars

2019-03-18 18:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Maskinmeistarafelagið hevði aðalfund leygardagin tann 16. mars.

Á skránni var m. a. nevndarval.

Fyri vali til nevndina stóðu Regin Olsen og Hans Ingvard Joensen. Regin Olsen varð afturvaldur og nývald í nevndina varð Berit Hovsgarð.

Til tiltakslimir vórðu valdir Daniel Nielsen og Tróndur við Á.

Í nevndini sita nú:

  • Ólavur Gunnarsson, formaður
  • Regin Olsen
  • John Højsted
  • Jóhan Mørkøre og
  • Berit Hovsgarð

Nevndin fer at skipa seg við næstformanni á komandi nevndarfundi.

- Maskinmeistarafelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder