Innanlands

Olga Knudsen 40 ára starvsdag

Byrjaði hjá Tórshavnar kommunu sum ørindagenta í 1983

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-01-10 09:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Olga Knudsen fekk í gjár handaða heiðursløn Tórshavnar kommunu úr gulli, og Dronningens Fortjenstmedalje úr silvuri, nú hon hevði 40 ára starvsdag hjá Tórshavnar kommunu.

Heðin Mortensen, borgarstjórin greiddi frá, at Olga byrjaði sum ørindagenta 3. januar í 1983. Tá var Kjartan Kristiansen býráðsskrivari.

- Við til søguna hoyrir, at til starvssamrøðuna hevði Olga ikki sagt allan sannleikan fyri Kjartani – hon var nemliga uppá vegin! So eitt tað fyrsta, Olga gjørdi, eftir at Kjartan hevði undirskrivað starvssetanina, var at boða frá, at hon fór í barsilsfarloyvi, greiddi Heðin Mortensen, borgarstjóri, frá undir hátíðarhaldinum fyri Olgu í Posthúskjallaranum í gjár.

Starvsøkið hjá Olgu Knudsen hevur flestu árini verið á mentamáladeildini hjá kommununi.  Seinastu árini hevur hon havt uppgávuna at skipa fyri vali saman við valstýrinum. Hon hevur eisini ábyrgdina av grindabýtinum, tá grind er í Havn. Alt uppgávur, sum hon tekur í allar størsta álvara og loysir við nærlagni, vísti borgarstjórin á.

Øll røðan hjá Heðini Mortensen og fleiri myndir kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder