
Fyri beint undir tveimum árum síðani, tók Hanna Jensen við starvinum sum rektari á Miðnámi á Kambsdali.
Eftir at samgonga varð skipað beint undan jólum varð greitt, at Hanna Jensen fór at taka sæti í løgtinginum. Hon varð vald sum nummar fimm á listanum hjá Framsókn, og av tí at flokkurin fekk tvey landstýrisfólk, kom rektarin inn á ting.
Harvið hevur Hanna Jensen søkt um farloyvi frá rektarastarvinum, og nú hevur Barna- og Útbúgvingarmálaráðið gjørt av, at seta Óla Wolles sum rektara.
Hetta skrivar midnam.fo fyrrapartin
- Óli Wolles er 61 ára gamal, útbúgvin Cand.mag í religión frá Århus Universiteti og í føroyskum frá Fróðskaparsetri Føroya. Harumframt hevur Óli diplomprógv í vegleiðing, eisini frá Fróðskaparsetri Føroya.
Talan er um ein mann, sum kennir sítt arbeiðspláss væl, og er hann royndir á økinum. Óli byrjaði í starvi á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy í 1990 sum lærari í religión. Hann hevur eisini verið lestrarvegleiðari og síðani 2014 í leiðslu skúlan. Heitið seinastu stóru átta árini hevur verið útbúgvingarleiðari, og síðani Handilsskúlin og Studentaskúlin vórðu lagdir saman í nýggja stovnin, Miðnám á Kambsdali, hevur Óli verið annar av vararektarum skúlans.
Óli Wolles tekur við rektarastarvinum í dag 10.februar, skrivar Miðnám á Kambsdali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald