Innanlands

Olja lak á sjógv

Fráboðan kom í gjárkvøldið um oljuleka Í Fuglafirði. Oljan var likin út í Djúpuni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-27 08:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tíðliga í gjárkvøldið kom ein fráboðan frá einum báti sum varð staddur í Djúpunum, at olja sást á sjónum.

Tá hetta varð kanna nærri vísti tað seg at slóðin førdi aftur til Fuglafjarðar, og eina bunkringstøð hjá einum oljufelagi.

Slíkt sær ógvusligt út, og í byrjanini varð hugsað at talan var um fleiri túsund litrar, men tað vísti seg ikki at vera so nógv kortini. Ein leyslig meting sigur, at eini 250-300 litrar eru farnir á sjógv.

Tað er kortini ikki so nógv at gera við tað. Tað mesta av oljuni var longu farin út á streymasjógv í Djúpunum tá fraboðanin kom, og har ber ikki til at gera stórvegis.

Enn er ikki greitt um hetta var ein menniskjaligur feilur ella mekanskur feilur, sum førdi til lekan. Málið verður nú kannað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder