Innanlands

Oljuleki við Vestaru bryggju

Talan var um nakrar litrar, upplýsir løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-08-06 08:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nakrir litrar av olju fóru á sjógv við orsaka av ósketni umborð á einum báti við Vestaru bryggju í Havn í gjárkvøldið.

Talan var ikki um nakra ógvusliga dálking – bert nakrar litrar, sambært vaktleiðaranum hjá løgregluni.

Talan var um ein útlendskan bát. Tey tóku sær sjálv av uppreinsingini, og rindaðu fyri tað, upplýsir løgreglan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder