2019-03-28 15:04
Sunda kommuna letur øllum, sum ognaðu sær myndabók frá krúnprinsavitjanini í fjør, nýggja bók.
- Tey sum ognaðu sær myndabókina frá krúnprinsavitjanini hava sikkurt lagt merki til, at bókin ikki hevði nøktandi góðsku. Kommunan saman við veitarinum hevur tí gjørt av, at endurprentað myndabókina, og nú er góðskan í lagið, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.
Kommunan boðar frá, at øll sum liggja inni við fyrru útgávuni eru vælkomin á kommunuskrivstovuna at býta um. Fleiri eru longu komin aftur við bókini og hesi eru eisini vælkomin at fáa eina nýggja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald