Mánadagin varð uppskot hjá Høgna Hoydal, sum millum annað skuldi heimilað, at ófiskað kvota, millum annað eisini menningarkvota, fyri 2018 varð flutt til 2019. Orsøkin til uppskotið er, at stórur partur av kvotini fyri 2018 ikki er fiskað, hóast vit eru komin nakað inn í 2019.
Tað varð tó rættiliga tíðliga greitt, at uppskotið hevði ikki meiriluta í tinginum, tí sá út til at málið fall við 2. viðgerð.
Men eins og við øðrum málum tann dagin, varð samgongan í tøkum tíma bjargað av Magna Laksafoss og Kára P. Højgaard. Teir tóku undir við uppskoti hjá Ingolf S. Olsen um at beina uppskotinum aftur í nevnd. Tingformaðurin segði tá, at uppskotið helst ikki kom aftur úr nevnd, um atkvøtt varð fyri at koyra tað í nevnd. Men hesum fekk hann ikki rætt í, tí uppskotið er á dagskránni fyri tingfundin í morgin.
Men flyting av kvotum var ikki liðugt viðgjørt hendan dagin enn. Seinni undir sama tingfundi mánadagin, varð uppskot hjá Jørgeni Niclasen, sum eisini skuldi geva loyvi til at flyta kvotur, sum ikki eru fiskaðar, til atkvøðugreiðslu. Men hettar uppskotið fall eisini, tí Magni Laksafoss og Kári P. Højgaard ikki atkvøddu.
Aftur á dagskránni í morgin
Nú verður uppskotið, hóast tað ikki varð væntað, aftur á dagsskránni í morgin. Vinnunevndin hevði fund 30. apríl, eftir at uppskotið varð beint aftur í nevnd 29. apríl, og nýggj álit eru skrivaði fyri bæði andstøðu- og samgongu.
Bæði uppskotini mæla til, at loyvi verður at flyta ófiskaðar kvotur í 2018 til 2019. Men meðan meirilutin í nevndini, sum øll eru andstøðuumboð, mæla til at alt annað í lógini verður strikað, vilja samgonguumboðini hava aðrar broytingar við í lógini. Eitt nú vil samgongan við hesum lógaruppskoti eisini broyta ásetingarnar um brúksskyldu á fiskirættindum, tí mett veðrur, at verandi skylda er ov hørð, umframt at ymiskt í lógini skal gerast greiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald