Innanlands

Ólógligt tilfar í umferð millum ungar føroyingar á Tiktok

Løgreglan fær fráboðan frá ungum í Føroyum, sum hava fingið leinki sendandi við myndum og filmsbrotum, sum eru ólóglig. Í summum førum er talan um myndatilfar av persónum undir 15 ár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-02-20 15:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri fráboðanir eru komnar inn til Føroya Politi um ung í Føroyum, sum hava fingið eitt leinki sendandi á TikTok. Leinkið er til tænastuna MEGA, sum kann samanberast við Dropbox.

Myndirnar og filmsbrotini, sum verða deild á leinkinum, eru ólóglig, og í summum førum er talan um myndatilfar av persónum undir 15 ár.

Um tú antin hevur atgongd til hetta tilfarið frá tínari telefon ella aðrari eind, ella um tú deilir tað, kanst tú verða revsað/ur eftir ásetingunum í revsilógini.

Føroya Politi mælir staðiliga frá at trýsta á leinkið ella senda skíggjamyndir, leinki ella líknandi víðari.

Um tú fært umrødda leinkið sendandi, mæla vit tær til at:

- Taka skíggjamynd av samrøðuni, leinkinum og brúkaranum, sum sendi tær leinkið.

- Venda tær til Føroya Politi á tlf. 114 skjótast gjørligt.

Áheitan til foreldur
Vit heita eisini á foreldur um at tosa við børnini og tey ungu um myndasamtykki og myndadeiling, sigur løgreglan.

Føroya Politi er í løtuni í holt við eitt stórt kanningararbeiði í málinum. Tí mæla vit til, at tey, sum hava illgruna um, at myndir ella filmsbrot av teimum eru á leinkinum, venda sær til Føroya Politi mánadagin 23. februar 2026 eftir kl. 9 á tlf. 114 ella senda ein teldupost til [email protected].

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder