Síðani Hanna Jensen gjørdist landsstýriskvinna í skúlamálum hevur tingast verði um, hvør skuldi gerast forfólk í Mentanarnevndini. Tað varð sum skilst gjørd avtala um, at Óluva Klettskarð skuldi gerast forkvinna har, meðan Javnaðarflokkurin skuldi fáa forfólkið í Trivnaðarnevndini.
Men í morgun varð Óluva Klettskarð vald til forkvinnu í Mentanarnevndini, eins og upprunaliga ætlanin var.
Tí kann roknast við, at Katrin Kallsberg fer frá sum forkvinna í Trivnaðarnevndini í morgin, tá nevndarfundur er har. Javnaðarflokkurin fær tá sessin, men ógreitt er, hvør skal røkja hann.
Helena Dam á Neystabø hevur áður sagt við Portalin, at tey skuldu hava annan av sessunum. Hvør fór at røkja hann varð avgjørt, tá tey vistu hvørja nevnd talan varð um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald