2025-01-18 09:31

Í gjárkvøldið varð boðað frá, at omanlop varð staðfest í Kúrbergi, og Tórshavnar Sløkkilið boðar frá, at økið er stongt av trygdarávum, tí vandi er fyri nýggjum omanlopum.
Skelti eru sett upp í økinum, sum ávara um vandan fyri omanlopum, og heitt verður á øll um at virða avmerkingarnar og vegleiðingar á staðnum, skrivar Tórshavnar Sløkkilið á Facebook.
(Mynd: Tórshavnar Sløkkilið/Facebook)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald