Innanlands

Ongantíð nøkur hóttan ella nakað trýst frá kinesiskum myndugleikum

Kinesiskir myndugleikar hava ikki hótt landsstýrismannin, sigur Jenis av Rana, uttanríkismálaráðharri

Jenis av Rana (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jenis av Rana (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-12-11 18:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Í sambandi við ta umrøðu, sum hevur verið um fundin við kinesiska sendiharran í Danmark tann 11. november, vil eg vísa á, at talan ongantíð hevur verið um nakra hóttan ella nakað trýst. Hinvegin var talan um ein góðan og konstruktivan fund á diplomatiskum stigi, har partarnir báðir virða hvønn annan.

Soleiðis skrivar Jenis av Rana, landsstýrismaður, í fráboðan í dag í sambandi við ruðulleikan um fundin, sum kinesiski sendimaðurin í Danmark hevði við landsstýrið tann 11. november.

- Eg fari ikki at viðmerkja, hvat fundurin snúði seg um, tí innihaldið er ikki fevnt av almennum innliti, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Uttanlandsnevndin hevur í løtuni vitjan av millum annað løgmanni, har kunnað verður um málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder