Uttanlands

Ongar fartelefonir í skúlanum - órógvandi næmingar skulu úr flokshølunum

Ramaskríggj í Danmark eftir ivasomu úrslitini í PISA-kanningini. Í dag høvdu hægstu poitikkarnir tíðindafund, har hægri játtan og fleiri ítøkilig tiltøk vórðu lovaði. - Sum heild eru vit við at gerast býttari.

Sjálvt uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, var við á tíðindafundinum um keðiligu PISA-kanningina (Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)

Sjálvt uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, var við á tíðindafundinum um keðiligu PISA-kanningina (Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)

2026-09-10 16:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

So at siga allar stóru politisku kanónirnar í Danmark stóðu har. Og tey hava nú sikta eftir skúlunum.

Úrslitini í PISA-kanningini vórðu kunngjørd týsmorgunin, og líka síðani hevur stórt kjak verið í Danmark, tí úrslitini í Danmark vístu stóra afturgongd. Og nú, tveir dagar seinni traðkaði sjórnin fram við boðum uppá ítøkiligar.

- Vit hava størri trupulleikar við at hugsavna okkum, og sum heild gerast vit býttari - og tað eru sanniliga ikki bara børnini.

Hesi vóru nøkur av orðunum hjá Mette Frederiksen. Tað var ikki nóg mikið við tí, at undirvísingarmálaráðharrin Magnus Heunicke stóð har og tosaði um ymisku avbjóðingarnar. Forsætismálaráðharrin stóð eisini har og segði seg ikki vilja renna frá ábyrgd.

Magnus Heunicke legði millum annað dent á, at frá nú av skulu "óróligir næmingar" kunna burturvístast úr undirvísingarhølunum. Hetta millum annað tá flokkurin ikki kann koma í gongd við ein tíma.

- Hetta ver ikki til nú, men stórur eftirspurningur er eftir hesum millum lærarar.

[object Object]
Heunicke, sum her lurtar eftir Løkke (Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)

Og so eru tað fartelefonirnar og sosialu miðlarnir: Ein av stóru syndarunum. Nú er ætlanin at seta fullkomið bann fyri telefonunum og "privatum skermum" í skúlunum - bæði í flokshølunum og í fríkvarterinum.

- Tá vit skjóta upp at seta aldursmark á sosialar miðlar og eitt forboð fyri fartelefonunum í skúlunum, snýr tað seg ikki um at taka nakað frá tykkum - men um at geva tykkum nakað aftur: Tykkara barndóm og frælsi, segði Mette Frederiksen.

Tey sum eru undir 15 ár, skulu als ikki sleppa at nýta slíkt.

At lærarar eru undir trýsti, var eisini nakað, sum var á breddanum. Sligið varð eisini fast, at meira peningur skal setast av fyri at gera støðuna betri.

Donsku næmingarnir eru farnir langt niður í fleiri lærugreinum seinastu árini, sambært PISA-kanningini.

Sí eisini: PISA-úrslitið stafestir varhugan

Sí meira her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder