Innanlands

PISA-úrslitið staðfestir varhugan

Hann er, at dreingir hava verri lesiførleika enn áður og munandi verri enn genturnar, og vit mugu taka tað í álvara, sigur formaður Føroya Lærarafelags. Viðurskifti skulu nú kannast nærri.

- Tað er av alstórum týdningi at arbeiða miðvíst við at vekja lesihugin hjá dreingjum. Tað var ført fram, at úrslitið í náttúruvísindum tykist at hanga saman við lesiførleikanum; uppgávur í náttúruvísindum krevja góðar lesiførleika, greiðir Jacob Eli S. Olsen frá (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

- Tað er av alstórum týdningi at arbeiða miðvíst við at vekja lesihugin hjá dreingjum. Tað var ført fram, at úrslitið í náttúruvísindum tykist at hanga saman við lesiførleikanum; uppgávur í náttúruvísindum krevja góðar lesiførleika, greiðir Jacob Eli S. Olsen frá (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2026-09-09 09:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlablaðið: Allar kanningar geva okkum vitan. Nýggjasta PISA-úrslitið vísir millum annað tað, sum vit leingi hava havt varhuga av, nevniliga at dreingir hava verri lesiførleika enn áður og munandi verri enn genturnar.

Tað er fyrsta viðmerkingin hjá formanninum í Føroya Lærarafelag eftir, at PISA-kanningin 2025 var løgd fram týsmorgunin.

Nýggjasta PISA-kanningin gevur okkum orsøk at kanna ymisk viðurskifti nærri, eitt nú hví tað framvegis eru so nógvir næmingar, sum eru í niðastu bólkunum í PISA, samanborið við eitt nú kanningina í 2018, og hví lesiførleikarnir hjá dreingjum eru versnandi, Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

- Vit mugu taka í álvara, at hesin bólkurin av næmingum enn er so stórur, tí sambært PISA-úrslitunum hava hesir næmingarnir ikki nóg góðar førleikar at fara víðari í skúlaskipanini ella út í arbeiðslívið. Vit eiga eisini at hefta okkum við, at tað serliga er talan um afturgongd hjá dreingjum, bæði í lesing og náttúruvísindum.

- Tað er av alstórum týdningi at arbeiða miðvíst við at vekja lesihugin hjá dreingjum. Tað var ført fram, at úrslitið í náttúruvísindum tykist at hanga saman við lesiførleikanum; uppgávur í náttúruvísindum krevja góðar lesiførleikar. Tá ið førleikarnir hjá dreingjum ikki eru nóg góðir at lesa, megna teir ikki eins væl og genturnar at loysa uppgávurnar í náttúruvísindaliga partinum. Sum heild sæst ein týðilig afturgongd hjá dreingjum. Tað í sjálvum sær eiga vit at taka í álvara og seta átøk í verk, so tað verður meira viðkomandi hjá dreingjunum at lesa, og so eiga vit eisini at granska úrslitini nærri fyri at finna út av, um PISA-kanningin hevur nøkur boð um, hvat vit eiga at gera.

Sí eisini: Lesiførleikin versnar - støddfrøði og náttúruvísindi batna

Føroyar uppliva ikki somu afturgongd sum hini Norðurlondini, tá ið talan er um PISA-úrslit. Úrslitini hjá hinum londunum eru ikki eins góð sum undanfarnu kanningar; hjá fleiri hava úrslitini ongantíð verið so vánaligt sum nú. Hóast grannalond okkara hava líknandi avbjóðingar og sum heild somu úrslit og gongd, kunnu vit læra av summum, sum tey gera, heldur formaður Føroya Lærarafelags, sum er við í norðurlendskum samstarvi millum lærarafeløg og skúlaverk.

Kanningarúrslitið er bara ein løtumynd. Sum samfelag og skúlaverk minnir okkara nógv um Ísland; samanborið við onnur lond eru árgangirnir í Føroyum og Íslandi ikki so stórir, og vit hava bæði størri og smærri skúlar, so óivað er ymiskt, vit kunnu læra av hvør øðrum. Men úrslitini eru fesk enn, og nú verður áhugavert at fylgja við, hvørjar greiningar okkara næstu grannar gera, og hvat vit kunnu læra av hvør øðrum.

Jacob Eli S. Olsen heldur, at tað er áhugavert at hyggja at samlaðu myndini av árganginum, sum hevur luttikið í seinastu PISA-kanningini. Sambært PISA-frágreiðingini hevur hesin árgangurin ikki staðið seg væl í landsroynd og fráfaringarroynd fólkaskúlans, tá ið talan er um lesifatan.

- Tað var áhugavert at hoyra í framløguni, at samband tykist at vera ímillum úrslitini hjá hesum árganginum í lesifatan í PISA-kanningini, og tá tey í 6. flokki vóru til landsroynd og fráfaringarroynd í summar. Kunnu vit fylgja t.d. lesiførleikanum og úrslitunum hjá einum árgangi heilt frá lesiroyndum í yngstu flokkunum, til landsroyndir í 4. og 6. flokki, fráfaringarroyndina og í PISA-kanningini, so kann tað geva okkum vitan um gongdina, og hvussu vit kunnu gera átøk, so vit fanga næmingarnar betur og fyrr. 

Síðan vit vóru við í PISA-kanningini á fyrsta sinni í 2006, eru pengar settir av til lesing ella føroysklærugreinina, eitt nú við fleiri tímum, tilfari og serútbúgvingum. Hóast tað hava úrslitini í lesing í PISA-kanningunum verið versnandi seinastu 10 árini.

Hetta er ein so samansettur problematikkur, at vit kunnu ikki siga, hvat er atvoldin til støðuna, og neyvan er nakað einstakt orsøkin. Tað er nærliggjandi at hugsa, at vit kundu brúkt onkra krónu betur í fólkaskúlanum, eitt nú kundi lesivegleiðarin, orðblindalærarin og serlærarin verið meira saman við næmingunum í undirvísingini og undirvíst saman við læraranum, heldur enn bara at hava fáar tímar til at gera kanningar og ráðgeva. So er nokk eisini nakað um tað, sum landsstýrismaðurin legði dent á undir framløguni, at vit eiga at hyggja nærri at avleiðingunum av vaksandi skíggjanýtslu. Tað er nógv, sum bendir á, at vaksandi skíggjanýtslan gongur út yvir førleikan lesa og at hugsavna seg, og tað er ikki bara hjá okkum. Hetta er eitt rák, sum eisini er í hinum Norðurlondunum og øllum heiminum.

At vit hava so fáar næmingar, sum útmerka seg í PISA-kanningini, tað vil siga eru í bólkinum við teimum bestu næmingunum, er hugvekjandi, tá ið vit samstundis vita, at næmingar í Føroyum klára seg væl í kappingum í Danmark og øðrum grannatjóðum, t.d. First Lego Leauge, Pangea og íverksetan. Ein partur av frágreiðingini kann vera, at okkara næmingar møta ikki uppgávum, sum teir fáa í PISA ella sum minna um tær, í undirvísingini í fólkaskúlanum.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder