2020-04-20 11:44
– Eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum hava vit gjørt av, at ongar legur verða í Zarepta í summar, sigur leiðslan í Zarepta í tíðindaskrivi.
Sostatt eru allar familjulegur og summarlegur eru avlýstar.
Summarlegur hava verið í Zarepta í Vatnsoyrum á hvørjum ári, síðan 1967.
– Endamálið við legunum er enn tað sama. Tað er, at vinna børn og ung fyri Kristus.
Hóast tað er hugtungt ikki at kunna hava legur í summar, so gleðast vit um, at Hann, sum Zarepta handlar um – Jesus Kristus – Hann er hin sami.
Nærri kunning verður á www.zarepta.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald