
Tíðindadeildin í grønlendska public service-kringvarpinum KNR er farin í verkfall í eitt samdøgur. Tað skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq.
- Vit eru ein starvshópur á 16 fólk á deildini í KNR, sum leggur arbeiðið niður 27. februar, stendur í tíðindaskrivi, skrivar blaðið.
Orsøkin til arbeiðssteðgin, sum kemur nú minni enn tvær vikur er til grønlendska valið, er ógvusligt arbeiðstrýst.
Fleiri siga seg úr starvi, ella verða sjúkrameldað við strongd, og tað ger, at restin av starvsfólkunum má átaka sær ein nógv størri part av framleiðsluni, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Starvsfólkini skriva eisini, at í løtuni eru tað fýra fólk, sum skulu gera arbeiðið hjá tólv.
Hetta seinasta árið er ein tíðindaleiðari sendur heim, ein HR-leiðari sendur heim og ein stjóri er loystur úr starvinum. Ein útvarps-leiðari hevur sagt seg úr starvi meðan fleiri redaktørar og journalistar hava valt at søkja onnur størv.
31. anuar loysti nevndin fyri KNR stjóran, Annga Lynge, úr starvinum og setti Bjørk Lange Olsen sum virkandi stjóra. KNR lýsir eftir nýggjum stjóra, og ætlanin er at seta við komandi í starv 1. juni.
Valið til grønlendska tingið, Inatsisartut, er 11. mars og kommunuval er 1. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald