Innanlands

Ongi útlit til hvít jól í ár

Skulu vit rokna við kava, so skal eitt jólaundur henda

Hanus Kjølbro (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Hanus Kjølbro (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-12-19 12:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú eru allar vónir um eini hvít jól í ár farin. Tað kundi Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur, staðfesta í útvarpinum í morgun.

- Tað skal eitt satt jólaundur til, um vit skulu fáa kava, segði hann.

Fyri at fáa kava, skulu vit hava eitt liggjandi høgættarrák, og tað eru tað als einki útlit til. Hinvegin sigur veðurforsøgnin, at tað verður lýtt, hálvskýggjað og eitt lot av landssynningi fyri tað mesta.

Í dag verður góðveður, í morgin heldur meira vindur, og sunnudagin aftur sama góðveðrið, tað vil siga eitt lot av landssynningi, møguliga okkurt ælið, og lýtt, millum 3 og upp til 8 til 10 stig. 

Fylg veðrinum á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder