Nógvi vindurin hevur ávirkan á samferðsluna í dag.
Strandfaraskip Landsins boða frá, at ongin busskoyring verður við Bygdaleiðum í dag. Allar leiðir eru avlýstar. Fyrsti túrurin hjá Teistanum úr Skopun er eisini avlýstur í morgun og Smyril siglir bert ein túr í dag – av Krambatanga klokkan 11 og suðuraftur úr Havn klokkan 19.
Fleiri skúlar hava eisini avlýst undirvísingina í dag. Í útvarpinum hvar millum annað skúlarnir í Fuglafjarðar, Runavíkar og Sunda kommunum avlýst skúlagongdina í morgun.
Danska veðurstovan boðar frá vindi av ódnarstyrki í dag. Vindmátararnir hjá Landsverki vísa eisini nógvan vind. Mest á Øraskarði á Famjinsvegnum og Gjáarskarði, har vindurin var ávikavist 40 og 39 metrar um sekundið klokkan 7 í morgun. Á Heltnini var 35 og Norðadalsskarði 34 metrar um sekundið.
Løgreglan hevði í morgun ikki fingið nakrar fráboðanir um vindskaðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald