Innanlands

Ongin smittaður síðan 6. apríl

Nú eru 163 føroyingar staðfestir frískir eftir at hava havt koronasmittuna

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2020-04-14 07:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 5.602 kanningarúrslit.

Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið. Tað var tann 6. apríl, at seinasti persónur varð staðfestur smittaður

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 163 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Hetta eru seks fleiri enn við seinastu dagføring sunnudagin. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder