Sunnudagin vórðu tvey gistingerhús, sum hýsa fólki, sum hava søkt um friðskjól í Onglandi, álopin í sambandi við ógvuslig mótmæli, sum hava verið í landinum seinastu vikuna.
Mótmælini byrjaðu, eftir at ein 17 ára gamal drongur mánadagin í farnu viku drap tríggjar gentur, sum vóru seks, sjey og níggju ára gamlar og særdi tíggju onnur við knívi undir einum dansitiltaki í Southport, norðanfyri Liverpool.
Eftir kníválopið gingu søgur um, at drápsmaðurin var muslimur, sum júst var komin úr Sýria og hevði søkt um friðskjól. Men talan er tó um ein 17 ára gamlan drong, sum er føddur í Cardiff í Wales, sum hevur foreldur úr Rwanda, skrivar Ritzau.
Løgreglan hevur enn ikki staðfest, hví 17 ára gamli drongurin leyp á børnini, men hann er skuldsettur fyri at hava dripið tríggjar gentur og fyri at royna at drepa tíggju onnur, harímillum átta børn og tvey vaksin. Eisini er hann skuldsettur fyri at hava ólóglig vápn í varðveitslu.
Sambært bretskum miðlum eru tað høgraviðgongdir bólkar, sum standa á odda fyri ófriðinum í fleiri býum.
Fyrsta álopið í gjár varð framt á eitt gistingarhús í býnum Rotherham. Har vórðu m.a. rútar knústir, og stólar vórðu blakaðir eftir løgregluni. Í minsta lagi tíggju løgreglufólk fingu skaða, og ein av teirra misti vitið og mátti berast av staðnum.
Nakrir persónar megnaðu at bróta inn í gistingarhúsið við at bróta eina glashurð. Roynt varð síðani at seta eld á bygningin, men tað eydnaðist tó løgregluni at fáa teir úr bygninginum, áðrenn teir fingu sett eld á.
Í býnum Tamworth nærindis Birmingham varð eitt annað gistingarhús álopið. Boðað varð í gjárkvøldið frá, at eldur varð settur á gistingarhúsið,og at fólk blakaðu lutir eftir bygninginum. Í minsta lagi eitt løgreglufólk hevði fingið skaða, og varð heitt á borgarar um at halda seg burtur úr økinum.
Um vikuskiftið eru fleiri enn 150 persónar handtiknir í sambandi við ófriðin í fleiri býum, og í dag hevur bretski forsætisráðharrin Keir Starmer innkallað til kreppufund í Downing Street í London.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald