Innanlands

Onki at gera hjá politinum í nátt

Fyrr var annað páskakvøld stórt veitslukvøld – tað er tað ikki longur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-04-11 08:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrr var vanligt, at nógv fólk savnaðust í veitslulagi annað páskakvøld. Tá var annað páskakvøld lítið øðrvísi enn annað jólakvøld.

Men tann siðurin er ikki til longur.

Tað kundi løgreglan staðfesta í gjárkvøldið.

Løgreglan í Havn gjørdi beint fyri midnátt málrættaða vitjan á øll skeinkistøðini í býnum, sum høvdu opið. Har kundu tey staðfesta, at ongastaðni vóru fleiri enn tíggju fólk inni.

Klokkan hálvgun fýra varð aftur gjørdur ein túrur gjøgnum býin. Har møttu løgreglufólkini trimum fólkum, sum vóru á veg til hús – annars var ongin at síggja.

Heldur ongin fráboðan kom á støðina um nakað, uttan onkur uppringing á 112.

Í Klaksvík hevði løgreglan eisini sett sær fyri, at fara á vitjan á skeinkistøðunum. Men onkið av hesum støðum hevði opið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder