Innanlands

Onki finalupláss á hesum sinni

Seyðahundakappingin í Eysturríki hevur sum heild eydnast væl, sigur Seyðahundasambandið. Føroyar gjørdust nummar 12 av 18 londum

Jónstein og Gripur (Mynd: Seyðahundasamband Føroya)

Jónstein og Gripur (Mynd: Seyðahundasamband Føroya)

2024-09-01 19:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gekk illa hjá Tummasi Jacobsen og Linn í gjár.

Linn fann ikki seyðin, og fór út av vøllinum. Og so vóru Føroyar úti av Continental Sheepdog Championship 2024 í Eysturríki.. Enn eitt dømi um at seyðahundakappingar eru harðar og kontantar.

Taka vit saman um, hevur kappingin eydnast væl. Hóast hvørgin av okkara royndastu hundum fekk stig, so smæddust nýggju landsliðs luttakarar okkara als ikki burtur. Føroyar endaði á 12. plássi av 18 londum.

Føroya luttóku við fýra hundum. 

Tummas Jacobsen við tíkini Linn og hundinum Moss. Jónstein Petersen við hundinum Gripur. Ketty A. H. Winther við tíkini Ragna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder