
Í samband við at umsóknarfreistin til miðnám nærkast, verður opið hús á Klaksvíkar HF-skeiði mánadagin 13. mars klokkan 19 til 21.
Hetta skrivar kambsdalur.fo. HF-skeiðið í Klaksvík er undir Miðnám á Kambsdali.
Heimasíðan skrivar, at tað á tiltakinum verður greitt frá hesi dygdargóðu tvey-útbúgvingini, sum eitur ‘fyrireikingarbreyt’ – ofta nevnd HF – og frá øllum teimum møguleikunum, sum breytin letur upp fyri til víðari útbúgving.
(Mynd: kambsdalur.fo)
Kunnað verður eisini nærri um ymsu vallærugreinirnar, sum verða bodnar út, og høvi verður at tosa við lærarar og lestrarvegleiðara.
- Ein kaffiløta við góðum afturvið er eisini á skrá, og høvi verður at kunna seg um lestrarumhvørvið á Klaksvíkar HF-skeiði. Og hevur onkur tørv á eitt sindur av hjálp við sjálvari umsóknini, so er tað sjálvandi eisini ein møguleiki.
Fyrireikingarbreytin í Klaksvík hevur seinastu árini húsast, har Tekniski Skúli eisini er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald