Innanlands

Optimistjollurnar aftur at síggja á Trongisvágsfirði

Borgarar á Tvøroyri hugnaðu sær óført við optimistjollunum í fanru viku

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2019-05-20 16:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú sær út til at bragda eitt sindur í veðrinum og tað er vorðið stillari og lýggjari. Eitt av hugaligastu eyðkennunum fyri summarhálvuna í Tvøroyrar kommunu, eru optimistjollurnar hjá bátafelagnum Naddoddi, sum í farnu viku aftur sóust á Trongisvágsfirði.

Herfyri bjóðaði Viberg Sørensen, ein av eldsálunum handan sera virkna felagið á Tanganum, vegna bátafelagið, øllum foreldrum sum høvdu áhuga í virkseminum hjá felagnum, til fundar. Endamálið var at stovna ein áhugabólk, ið kundi taka sær av tí praktiska tá siglt verður við optimistjollum.

Hetta er einasta stað í landinum, ið sambært Viberg hevur optimistjollur og harafturat er fleiri aðrir bátar tilknýttir felagnum, skrivar heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu.

15. mai var so dagurin komin, har optimistjollurnar endiliga vórðu flotaðar aftur. Ein rúgva av børnum vóru møtt upp, saman við foreldrum, abbum ella ommum. Veðrið var av tí allarfagrasta og dagurin bleiv heilt góður. Børnini fingu roynt seg og fingu dýrabaran lærdóm um, hvussu ein eigur at uppføra seg á havinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder