
Ukraina skal ikki gerast limur í ES, sigur ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán.
Ukraina hevur annars verið eitt sonevnt "kandidatland" síðan juni 2022. Tað merkir, at Ukraina hevur arbeitt við at seta í verk nýskipanir og lóggávur fyri at nærkast upptøkukrøvunum hjá ES.
Men á veg á ES-toppfund í Brússel í dag greiddi ungarski forsætisráðharrin frá, at tað er kríggið við Russland, sum er trupulleikin.
– Um vit taka Ukraina uppí ES, loyva vit krígnum inn, sigur hann sambært Ritzau.
– Vit ynskja ikki at vera í einum felagsskapi við einum limi, sum er í kríggj og umboðar eina hóttan móti okkum.
Semja millum øll ES-limalondini krevst, tá tað snýr seg um samráðingar um ES-limaskap, og tí kann Orbán í roynd og veru forða ukrainum í at gerast limur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald