Innanlands

Orð úr orðunum komin á marknaðin

Talan er um nýggja bók við talum eftir Óla á Grømma Jacobsen, sum hann hevur hildið, tá hann hevur vijað heima í Føroyum. Klaksvíkingurin býr annars í USA og starvast hjá New Tribes Mission

2023-06-06 16:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

"Orð úr Orðinum" er nýggj bók við talum eftir Óla á Grømma Jacobsen, sum Forlagið Leirkerið gevur út. Hetta eru talur, sum Óli hevur hildið síðstu mongu árini, hann hevur vitjað heima í Føroyum. Talurnar eru settar upp í stutt brot, og bókin hóskar væl, bæði sum andaktsbók og handbók at sláa upp í.

Óli er klaksvíkingur. Í 1965 flutti hann til USA og hevur búð har síðan – undantikið eitt tíggjuáraskeið á Filipsoyggjunum. Eftir lokna útbúgving innan tvørmentanarliga trúboðan arbeiddi Óli sum lærari og seinni leiðari á málskúlanum hjá trúboðanarfelagsskapinum New Tribes Mission. Í 1983 flutti hann við familjuni til Filipsoyggjarnar og var leiðari fyri arbeiðinum hjá New Tribes Mission har í landinum. Síðani 1993 hevur hann verið partur av høvuðsleiðsluni hjá New Tribes Mission.

Óli er giftur við Judy, og tey eiga dreingirnar Dan og Don. Tey hava fleiri ommu- og abbabørn og hava nú eisini langommu- og langabbabørn. Óli og Judy búgva í statinum Alabama, men tey ferðast enn nógv runt allan heim.New Tribes Mission felagsskapurin hevur fleiri túsund trúboðarar kring heimin, so tey hava nóg mikið at gera.

Ragnar Niclasen, trúboðari á Filipsoyggjunum, skrivar í káputekstinum á bókini:

- "Av Grønlands ísi gráum, úr stóra Afrika, ...“ Sangurin minnir meg á dreingin, sum sleit sínar barnaskógvar á Ziskatrøð í Klaksvík, men sum síðan hevur búð víða um, ferðast nógv og ger tað enn. Mong kring knøttin hava notið gott av talunum hjá Óla, veri tað seg á føroyskum ella enskum, í stórari samkomu ella í eini smáttu í frumskóginum. Boðskapurin er altíð greiður, einfaldur og lættur at minnast.Vón mín er, at tú, sum lesur bókina, fært at kenna hjartað brenna í tær, sum Skriftin verður latin upp gjøgnum talurnar hjá Óla á Grømma.“

Nýggja bókin er samanlagt 388 síður og fæst í bókhandlum kring landið, umframt á heimasíðuni hjá Leirkerinum.

Forlagið Leirkerið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder