Komandi vikuskifti koma fýra orgulnæmingar úr Haderslev í Danmark at vitja í Føroyum. Teir eru í ferðalag við lærara teirra, sum er organistur í dómkirkjuni í Haderslev og leiðari av dreingjakórinum har, sum dreingirnir eisini syngja í.
Á ferðini fara teir at spæla ymsa staðni.
Sunnudagin fara teir tveir og tveir at spæla til guðstænasturnar í Vesturkirkjuni og í Havnar kirkju.
Mánadagin fara teir at hava konsert í Fuglafjarðar kirkju, týsdagin í Sandavágs kirkju og mikudagin í Havnar kirkju.
Á ferðini fara teir eisini at hyggja at og spæla á orglini í Glyvra kirkju, Sørvágs kirkju og í Christianskirkjuni í Klaksvík. Av tí at Frobenius-fondurin rindar fyri ferðina eru serliga orgul, sum Frobenius hevur bygt við í vitjanarskránni. Ferðin verður eisini dokumenterað av filmfotografi, sum er við í ferðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald