Í kvøld verður skipað fyri kunningarkvøldi um orku í Norðurlandahúsinum. Greitt verður frá nýmótans húsabygging, har dentur verður lagdur á orkubrúk og inniumhvørvi.
Tá ið tosað verður um nýmótans húsabygging er neyðugt við nýhugsan, altso hvussu byggja vit eini nýmótans, vælbjálvað hús og samstundis fáa eitt gott inniumhvørvi, uttan fukttrupulleikar og blámusopp. Spurt verður eisini, um hús kunnu sniðgevast soleiðis, at sparast kann enn meira orka.
Greitt verður eisini frá, hvat vit sum einstaklingar kunnu gera fyri at hjálpa Føroyum at blíva meiri umhvørvisvinarligar og harvið grønar. Hetta kann saktans gerast við verandi og nýggjari húsabygging, siga fyrireikararnir.
Á skránni verða fýra framløgur, har møguleiki eisini er at seta spurningar.
Framløgurnar snúgva seg um nýbygging og umbygging, umframt hvørji krøv eru galdandi. Harafturat verður hugt eftir veruligum dømum úr Føroyum um hvørjar upphæddir eru at spara og hvat hetta merkir fyri inniumhvørvið.
Eisini vera kunningarbásar, har møguleiki er at seta t.d. Sev spurningar innan differentieraðar el-prísir, hitapumpur og el-bilar.
Tiltakið byrjar í kvøld klokkan 19. Tað er ókeypis, men tilmelding krevst – og tað verður gjørt á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald