Innanlands

Órógvaði havnarborgarar á náttartíð

Verður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar tá hann vaknar í brummuni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-01-06 08:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður hevur sovið í brummuni á politistøðini í nátt, og verður  skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar, tá hann einaferð vaknar í morgun.

Tað vóru íbúgvar í einum býarparti í Havn, sum boðaðu løgregluni frá einaferð millum klokkan eitt og tvey í nátt, at maðurin órógvað grannalagið við at banka upp á hurðar og rópa.

Maðurin varð tikin við á politistøðina at sova, og fær væntandi eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder