- Sjúklingar sum av óhepnum umstøðum gerast sjúk, áðrenn tey gerast 67 ár, og hava tørv á eitt nú uppfylgjandi røkt og stuðli, aftaná at viðgerðin er liðug á Landssjúkrahúsinum, hava tey ongastaðni at útskrivast til.
Tað staðfestir leiðslan á landssjúkrahúsinum í skrivi, sum er sent Heilsu- og Innlendismálaráðnum í dag. Skrivi snýr seg um møguligar sparingar, sum mugu gerast, tá tað vísir seg at tað resta 20 til 30 milliónir í, til at virksemi á LS í 2019 kann verða tað sama í 2018.
Leiðslan á LS metir at 4 milliónir kunnu sparast, við at Almannaverkið fær rokningar fyri sjúklingar, sum liggja á sjúkrahúsinum eftir viðgerðina. Tey halda, at Almannaverkið hevur ábyrgdina av at tryggja, at hesir borgarar fáa eitt nøktandi tilboð, aftaná viðgerðina á LS.
Í skrivinum stendur at tað kostar umleið 5000 krónir um døgnið at hava ein liðugt viðgjørdan sjúkling liggjandi og hetta vilja tey, at Almannaverkið skal gjalda fyri. Tey meta at í 2018 vóru áleið 800 døgn við liðugt viðgjørdum sjúklingum, sum Almannaverkið sambært leiðsluni á LS hevði ábyrgd av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald