Innanlands

Orrustan á LS: Mangla upp til 30 milliónir í 2019

Ímillum uppskotini til sparingar er at steingja seingjadeild í 8 vikur og steðga ikki akkuttari viðgerð uttanlands

(Savnsmynd: Ólavur Fredriksen)

(Savnsmynd: Ólavur Fredriksen)

2019-03-20 11:27 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Tað koma at mangla millum 20 og 30 milliónir á landssjúkrahúsinum í ár, fyri at kunna varðveita virksemið á sama støði, sum í 2018, tá vøksturin í virkseminum var 9 prosent. 

Tað stendur í skrivi, sum leiðslan á landssjúkrahúsinum hevur sent Heilsu- og Innlendismálaráðnum í dag. Í skrivinum eru uppskot til sparingar á 13.3 milliónir, sum skulu ávirka sjúklingin minst møguliga. Men leiðslan á landssjúkrahúsinum vísir á, at sparingarnar koma altíð at raka sjúklingin. 

- Landssjúkrahúsið hevur í uppskotinum roynt at finna sparingar, sum ávirka sjúklingin sum minst, hóast hetta er ógjørligt, tí virksemið á sjúkrahúsunum sum heild alt er tætt at sjúklingum. Tí kann tað, hóast tað er harmiligt, ikki sleppast undan at sjúklingar verða raktir, skriva tey millum annað. 

Landssjúkrahúsið sigur seg eisini vilja seta sparingar í verk sum skjótast, um Heilsu og innlendismálaráðið ikki hevur viðmerkingar. 

Steingja seingjadeild og serviðgerð 
Ímillum uppskotini til sparingar verður nevnt, at sjúkrahúsið kann spara 2,8 milliónir við at steingja fyri allari ikki akkutari viðgerð uttanlands sum skjótast. Men sjúkrahúsið vísir eisini á, at hetta er ein sparing í fyrstu rundu, sum kann koma at kosta seinni. Hetta tí roknast kann við øktum trýsti á viðgerðirnar á teimum føroysku sjúkrahúsunum. 

Eisini verður nevnt sum ein møguleiki at til ber at steingja seingjadeild í 8 vikur í summar. Hetta sparir feriuavloysarar, men sjúklingar verða ístaðin koyrdir saman á teimum deildunum, sum hava opið. Hetta kann roknasti við at gera umstøurnar verri í tíðarskeiðinum. 

Eisini verður nevnt, at konsulentur í parkinsonsjúku kemur til Føroyar í tíggju vikur árliga. Umleið helvtin av hesum er til endurvenjingar. Landssjúkrahúsið skrivar, at ætlanin er at spara hetta burtur, soleiðis at ráðgevin bert kemur til Føroyar í 5 vikur. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder