Mentan

Oscarevni á filmsløriftinum

Filmsfelagið vísir dygdarfilmar í uppskoti at vinna Oscarvirðisløn

“Judas and the Black Messiah” verður sýndur í annaðkvøld

“Judas and the Black Messiah” verður sýndur í annaðkvøld

2021-04-20 08:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Flaggdagin og út á mánamorgunin verða Oscarvirðislønirnar handaðar í Los Angeles. herheima fer Filmsfelagið tí at vísa tveir filmar, sum í seks førum eru í uppskoti at vinna hesa heimsins kendastu filmsvirðisløn, millum annað fyri besta film.

Longu í annaðkvøld vísur Filmsfelagið “Judas and the Black Messiah”, sum er sterka søgan um FBI og svørtu borgararættindarørsluna, sum byggir á veruligar hendingar í Illinois, tá hin vinstrasinnaði aktivisturin og Black Panthers leiðarin, Fred Hampon, varð myrdur í 1969.

Seinni Oscarsfilmurin í Filmsfelagnum er “Minari”, sum er um eina koreanska familju, ið roynir at fóta sær í nýggja landinum, USA. Hann verður sýndur mikudagin 5. mai.

Filmsfelagið hevur eisini eydnast at fáa í lag samstarv við filmsavnið í Danska Filmstovninum, so eldri hevdvunnir filmsklassikarar kunnu vísast í Føroyum. Út á heystið verður nærri at hoyra um hvørjar klassiskar filmar Filmsfelagið tá fer at vísa. 

Sýningar hjá Filmsfelagnum eru í Havnar Bio, har bilettsøla er við skivuna og á netinum. Allar sýningar hjá Filmsfelagnum eru almennar. Tíggju krónur av hvørjari seldari bilett fara í filmsgrunnin “Ársins andøvsfiskur”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder