
Seinastu tíðina hava tað verið ymiskir boðskapir frá myndugleikunum um dagarnar í millum heimkomu, og nær tú skalt lata teg kanna aftur.
Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur við Dimmalætting, at dagurin tá tú kemur heim er dagur null.
Hondbóltsfelagið H71 hevði annars fingið at vita frá koronaráðgevingini, at fyrsti dagur, er dagurin tá ein kemur til landið. Tí kundu tey loyva einum spælara, sum var komin til Føroya týsdag, at spæla sunnudag, á sætta degi.
Men landslæknin slær fast, at soleiðis er ikki.
- Um ein persónur ferðast til Føroya týsdag, so er týsdagurin dagur null. Hann skal lata seg kanna tríggjar dagar áðrenn, tað verður so leygardagin fyri fráferð. Sætti dagurin verður so taldur frá týsdegnum, har mikudagurin er dagur eitt. Tað merkir so, at mánadagurin í vikuni eftir er dagur seks, sigur Lars Fodgaard Møller við Dimmalætting á dimma.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald