Hanus á Gørðum varð fyrst í apríl settur í starv sum nýggjur sjúkrahús- og fongsulsprestur.
Klaksvíkingurin hevur havt sína seinastu guðstænastu í Christianskrikjuni - í øllum førum fyribils. Hanus á Gørðum røkti starvið í Norðoya vestara prestagjaldi nærum 14 ár.
Avloysari Hanusar er eisini klaksvíkingurin. Heimasíðan hjá Fólkakirkjuni boðaði í gjár frá, at Øssur Kjølbro er settur í starvið.
- Landsstýriskvinnan í mentamálum, Sirið Stenberg, hevur útnevnt Øssur Kjølbro sum sóknarprest í Norðoya vestara prestagjaldi, sum fevnir um Klaksvík, Norðoyri, Ánirnar, Haraldsund, Kunoy, Syðradalur, Húsar, Mikladalur, Trøllanes og Árnafjørður.
Øssur Kjølbro er útbúgvin guðfrøðingur og hevur virkað nógv innan missiónsarbeiði - millum annað hevur hann verið í starvi hjá Krikjuligu Heimamissiónini og verið virkin í KFUM & K í Klaksvík.
Øssur byrjaði sum óløntur hjálparprestur í Eiðis prestagjaldi í februar 2018. Tey seinnu árini hevur hann verið virkandi sóknarprestur í styttri og longri tíðarskeið í fleiri prestagjøldum. Seinast var í Nes Prestagjaldi, har Øssur Kjølbro hevði sína seinastu guðstænastu sunnudagin.
Fólkakrikjan skrivar, at undir gudstænastuni í Christianskirkjuni sunnudagin 16. juni kl. 11 verður Øssur Kjølbro skipaður í embætið. Tað er dómprósturin, ið skipar prestin í embætið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald