Í Østrøm handlinum á Skálatrøð fæst føroysk sniðgáva frá fleiri enn 30 sniðgevum og nú kann úrvalið eisini síggjast á nýggja nethandlinum hjá Østrøm.
- Vit hava í eina tíð spælt okkum við tankan um at gera ein nethandil. Serliga var tað vaksandi áhugin frá ferðafólki, sum fekk okkum at umhugsa tann møguleikan, men nú broyttist veruleikin og neyðugt var tí at framskunda og tillaga ætlanina, sigur Hans Juul Hansen, eigari av Østrøm handlinum.
Enn er úrvalið á nethandlinum avmarkað, men komandi tíðina verða fleiri vørur lagdar út og seinni er ætlanin at gera eina enska útgávu, so at úrvalið av føroyskari sniðgávu røkkur enn fleiri.
Hóast sølan í handlinum á Skálatrøð er nógv minkað seinastu vikurnar, so er handilin á Skálatrøð enn opin. Tó við skerdum upplatingartíðum komandi tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald