Aftur í ár verður tað ein av teimum heilt stóru innan elektroniskan popp, sum fer at pumpa lív í fjøldina á Voxbotn 2023. Fyriskipararnir av Voxbotn avdúka í dag, at Otto Knows verður eitt av høvuðsnøvnunum á OY Voxbotn 2023, sum verður vikuskiftið 23. og 24. juni 2023.
Otto Knows er nokk ein av kendastu og heitastu DJ’arunum í løtuni og er frá somu fabrikk sum John Martin, Alesso, Avicii og Swedish House Mafia.
Otto Knows bleiv heimskendur í 2012 við lagnum Million Voices, sum hittaði kring dansigólvini í Europa. Eisini hevur hann givið út nógv spældu løgini Next to me, Parachute og Dying for you, sum øll hava toppað hittlistar kring heimin.
Otto Knows hevur seinnu árini verið fastur gestur á Tomorrowland, sum er heimsins størsti elektroniski festivalur. Nú fáa so allir dansiglaðir føroyingar møguleika at uppliva Otto Knows í Vágsbotni, har hann fer at seta lív í. Og tað er eingin ivi um, at hetta er ein harri, ið kann fáa fjøldina á kók.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald