Miðlahúsið hevur valt fyribils at steðga við Vikublaðnum. Orsøkin eru ov fáir lýsarar, sum ger, at taå ber seg ikki at printa blaðið í januar.
- Vit hava valt at steðga tí fyribils. Vit geva eisini Sosialin út mánadag, mikudag og fríggjadag, og vit arbeiða uppá eitt nýtt konsept til mikudagsblaðið, sigur Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum.
Jonhard Hammer sigur, at talið av blaðlýsingum er minkað seinastu árini, og at tað altíð hevur verið serliga fáar lýsingar í januar mánað.
Stjórin í Miðlahúsinum sigur við Kringvarpið, at tann orkan, sum varð løgd í Vikublaðið, ístaðin verður løgd í eitt nú in.fo, so hetta kemur ikki at ávirka starrvsfólkið í húsinum.
At Miðlahúsið steðgar við at geva Vikublaðið út í januar hevur avleiðingar fyri Prentmiðstøðina, sum er dótturfelag hjá Miðlahúsinum og har Jonhard Hammer er nevndarlimur.
- Hetta er ein stórur ordri hjá Prentmiðstøðini at missa hvørja viku, men vit mugu hugsa um raksturin í Miðlahúsinum og vit gera tað, sum vit meta er best fyri blaðið, sigur Jonhard Hammer við Portalin.
Jonhard Hammer sigur við KVF, at hann metir, at tíðin við at lýsa í ókeypis lýsingarbløðum er ein farin tíð. Tað er dýrt at geva út til øll húsarhald í Føroyum. Porto er dýrt, prentingin er dýr, og tað sæst aftur við at bløðini gerast minni og minni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald