2019-05-31 09:22
Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá, at rískøkur eru seldar í Føroyum, sum kunnu verað heilsuliga váðafullar.
Tað er Coop Danmark sum afturkallar eitt partí av X-tra rískøkum, tí at kanningar hjá Fødevarestyrelsen í Danmark vísa, at partíið fer uppum markvirðið fyri óorganiskt arsen.
Talan er um hesa vøruna:
X-tra riskager - Nettoinnihald: 100g
Best fyri: 05/02/2020
EAN strikukota: 7340011421726
Lot nr: EBV117B
Vøran er seld í Føroyum.
Óorganiskt arsen er heilsufrøðiliga váðafult og samlaða áti eigur at verða avmarka. Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir til at antin beina vøruna burtur ella at lata hana aftur hagar hon er keypt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald