Innanlands

Ov ung til at koyra bil

Løgreglan støðgaði 17 ára gamlari gentu handan róðrið

2019-01-08 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 17 ára gomul genta skal nú rokna við at bíða til nakað væl eftir at hon er fylt 18, áðrenn hon kann sleppa upp til koyriroynd fyri at fáa føraraprógv til bil.

Tað var beint fyri klokkan 20 í gjárkvøldið, at gentan varð avdúkað handan róðrið á einum bili. Hetta hendi undir einari tilvildarligari ferðslukanning ”norðarlaga á Streymoynni”. Tað vísti seg, at ein av førarunum, ið vórðu støðgaðir, var ein bert 17 ára gomul genta, sum nú verður skuldsett fyri at hava koyrt uttan koyrikort.

Umframt eina bót, skal gentan rokna við, at loyvið til at kunna taka koyrikort verður útsett til nakað eftir at hon er fylt 18 ár, upplýsir vakthavandi á politistøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder