Summarið hevur verið óvanliga gott í Norðurevropa og í Danmark verður morgindagurin óvanliga heitur.
Í dag hevur longu verið 31 hitastig í Holbæk, men hetta er lítið í mun til hvat er í væntu. Heit luft, sum streymar inn í Danmark úr Týsklandi ger, at morgindagurin verður heitasti dagur í Danmark í 26 ár.
Longu í morgin tíðliga er hitin 25 hitastig í fleiri støðum og longu fyrrapartin verður hitin yvir 30 hitastig. Seinnapartin nær hitin sítt hægsta punkt, tá hitin í Lollandi og í suður-, mið- og vestursælandi liggur millum 33 og 35 hitastig, skrivar TV2.
Um hitin rakar 35 hitastig, er hetta fyrstu ferð síðani 1992, at dagurin er so heitur í Danmark. Danska hitametið varð sett 10. august 1975, tá 36,4 hitastig vóru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald