Innanlands

Óvanliga nógv fólk í býnum í nátt

Boðað varð frá tveimum harðskapsmálum – óvist enn um ákæra verður reist

2019-12-27 07:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevur havt úr at gera í nátt. Vaktleiðarin á politistøðini upplýsir, at óvanliga nógv fólk vóru í býnum 2. jólakvøld.

- Telefonin hevur ringt so at siga í alla nátt við ymsum málum, sum løgreglan hevur verið drigin uppí.

Nógv full fólk skuldu hjálpast, serliga í Havn, og løgreglan hjálpti eini seks fólkum við at koyra tey til hús.

Eisini hava verið tvey mál, sum møguliga enda við at gerast harðskapsmál, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini. Hann sigur, at málini verða kannað nærri í dag.

- Vit fara í dag at tosa nærri við tey, sum hava boðað frá harðskapsmálunum fyri at finna útav, um reisast skal ein ákæra, sigur vaktleiðarin. Talan er um fólk, sum eru blivin sligin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder