2019-06-17 09:24
Óvanliga nógvir bátar vóru í gjár á veg til Íslands umvegis Føroyar. Løgreglan hevði úr at gera við at passkontrollera bátarnar. Talan var um smábátar og sokallaðar stuttleikabátur.
Fyrst var talan um ein bát úr Hollandi, sum kom á Havnina og skuldi víðari til Íslands. Seinni á degnum komu tveir aðrir bátar úr Skottlandi, sum skuldu somu leið.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað er óvanligt at løgreglan hevur so nógv at gera við passkontroll av bátum, sum koma til Føroyar ávegis til Íslands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald