Innanlands

Óvanligt at síggja slíkar rivur - tí varð avgerð tikin um at steingja tunnilin beinanvegin

Enn ber ikki til at siga, hví stórar rivur vóru at síggja í sproytibetonginum í Viðareiðistunnlinum. Fríggjadagin fæst at vita, nær koyrandi verður gjøgnum tunnilin aftur

Skrótimaskinan til arbeiðis í Viðareiðistunnlinum (Mynd: Landsverk)

Skrótimaskinan til arbeiðis í Viðareiðistunnlinum (Mynd: Landsverk)

2025-12-10 17:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað kom rættiliga illa við, at neyðugt var at steingja Viðareiðistunnilin júst nú á hægstu vetrartíð. Men tað var neyðugt, og tí má øll ferðslan til og frá Viðareiði ganga eftir gamla Viðareiðisvegnum fyribils.

Landsverk roknar við at kunna siga einaferð fríggjadagin, nær møguligt verður at koyra gjøgnum Viðareiðistunnilin aftur.

Tað var mánamorgunin, at Landsverk tók avgerð um at steingja tunnilin orsaka av at tað varð staðfest, at sprungur vóru í betonginum, sum er sproytað á fjallaveggin í tunnlinum.

[object Object]
Árni Jacobsen, økisleiðari (Savnsmynd: KvF)

- Fólk eru tíbetur ófør at boða okkum frá, tá okkurt óvanligt er at síggja á veganetinum, og hesaferð var talan um nakað av tilfari, sum lá á koyribreytini í Viðareiðistunnlinum, umleið 1400 metrar inni í tunnlinum frá tunnilsmunnanum Hvannasundsmegin, greiðir Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverk, frá.

Viðareiðistunnilin er 1940 metrar langur, so skaðin er nærri Viðareiði. Talan var um
sprungur á einum strekki á umleið 20 metrar longs eftir tunnlinum.

- Hetta er ikki nakað, sum vit uppliva ofta í tunlunum her heima, og tí varð avgerð beinanvegin tikin um at steingja tunnilin, sigur Árni Jacobsen.

Økisleiðarin kann í løtuni ikki siga um, hví rivur eru komnar í betongið. Hetta er nakað, sum nú verður kannað nærri.

Tunnilin varð boraður í 2016, og í 2019 varð hann seinast kannaður av Rambøll, sum ikki hevði nakra viðmerking tá, greiðir Árni Jacobsen frá.

Skrótað og spulað

Fólk frá Landsverki vórðu beinan vegin send at umvæla skaðan. Eftir at ljós og káplar vórðu tiknir niður, varð farið undir at taka sproytibetongið niður á strekkinum, har rivurnar vóru staðfestar. Spreingimáttur vórðu lagdar á vegabreytina, og maskinur sendar inn í tunnilin at skróta loftið.

Umleið 12 rúmetrar vórðu skrótaðir niður. Dagurin í gjár – týsdagurin – varð brúktur til at skrótað og í dag var byrja við at hondskróta og trykkspula loft og veggir, so ongir smásteinar vóru eftir.

[object Object](Mynd: Landsverk)

Í dag er somuleiðis lagt nýtt sproytibetong á, og í morgin verður farið í gongd við at bora boltar inn í fjallið fyri at tryggjað veggir og loft, greiðir Árni Jacobsen frá.

Enn ber ikki til at siga við vissu nær tunnilin verður latin uppaftur – tað fæst væntandi at vita einaferð fríggjadagin.

Brúka gomlu leiðina

Meðan tunnilin er stongdur, verður víst til gomlu leiðina til Viðareiðis. Síðan tunnilin kom, hevur gamli Viðareiðisvegurin ikki verið nógv brúktur, og hann hevur als ikki verðið ruddaður og saltaður um veturin.

Nú meðan arbeiðið í tunnlinum fer fram, verður Viðareiðisvegurin saltaður og ruddaður, so at har altíð er koyrandi, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder