Nú Ovasavanið í Nólsoy nærum er vorið liðugt, hevur savnið fingið tvær stórfingnar gávur. Leygardagin var Magnus Fuglø í Nólsoy saman við dóttrini og handaði formanninum, Thomas Joensen, eina mynd av einari talvu, við knýttum knútum, ið Ovi hevur gjørt, Magnus keypti talvuna frá Ova einaferð í 1980’unum. Og nú ynskti Magnus at talvan skuldi koma aftur til Nólsoyar.
Ovi gjørdi tvær talvur við knýttum knútum, onnur hongur á Amalienborg, Ove handaði hana til Margrethu drotning, tá hon einaferð var og vitjaði umborð á skúlaskipinum, og hina eigur Magnus Fuglø.
Sunnudagin kom manningin á Westvard Ho til Nólsoyar at handa savninum Merkið, ið Mouritz Mohr bar fram í Normandsdalinum við Fredensborg á sjálvum 100 ára degnum 1. juli 2019. Tað var ein hátíðarløta tá formaðurin fyri áhugafelagnum Sluppvinir við Merkinum á odda gekk av sluppini yvir á Ovasavnið, har Marius Poulsen greiddi frá søguni um hetta flaggið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald