Uttanlands

Ovasta leiðarin í Hamas deyður

Yahya Sinwar varð dripin av ísraelskum herfólkum í Rafah mikudagin, upplýsir ísraelski uttanríkismálaráðharrin

Yahya Sinwar og tvey onnur Hamas-fólk vórðu dripin av ísraelska herinum mikudagin (Mynd: EPA)

Yahya Sinwar og tvey onnur Hamas-fólk vórðu dripin av ísraelska herinum mikudagin (Mynd: EPA)

2024-10-18 07:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ovasti leiðarin í Hamas, 61 ára gamli Yahya Sinwar, er deyður.

Hann varð dripin av ísraelskum herfólkum í Rafah í sunnara aprti av Gaza mikudagin, upplýsir ísraelski uttanríkismálaráðharrin, Israel Katz.

– Hópdrápsmaðurin Yahya Sinwar, sum hevur ábyrgdina fyri hópdrápinum og ræðuleikunum 7. oktober, varð dripin av ísraelskum herfólkum, sigur Katz í frágreiðing sambært Ritzau.

Sambært Ísraelskum miðlum var Sinwar ein av trimum Hamas-fólkum, sum vórðu skotin í kjallaranum av einum bygningi mikudagin.

Tað var tó ikki fyrr enn hósdagin, at líkini vórðu eyðmerkt, og staðfest varð, at talan var Hamas-leiðaran.

Sambært ísraelska herinum og stjórnini, stóð Sinwar aftanfyri Hamas-álopið á Ísrael 7. oktober í fjør. Tá fóru Hamas-fólk inn í Ísrael og drupu um 1.200 fólk og tóku um 250 onnur til gísla. Tað var orsakað av hesum álopinum, at Ísrael fór inn í Gaza, og síðan tá hevur verið kríggj millum Ísrael og Hamas.

Sinwar gjørdist leiaðri hjá Hamas í Gazageiranum í 2017, og í august gjørdis thann ovasti leiðari, eftir at fyrrverandi leiðarin, Ismail Haniyeh varð dripin í einum bumbuálopi á iranska høvuðsstðain, Teheran.

Sinwar fekk fýra lívlangar fongsulsdómar og sat yvir 20 ár í ísraelskum fongsli, fyri at hava dripið m.a. tvey ísraelsk herfólk. Í 2011 varð hann tó leyslatin í fangabýti. Tá hann kom aftur til Gaza, helt hann fram í Hamas.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder