Fríggjadagin 20. februar var hátíðarhald í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, tá Ove Berg Jacobsen fekk handað Kongens Fortjenstmedalje fyri 40-ára trúgva tænastu í Sjúkraflutningstænastuni.
Landssjúkrahúsið skrivar soleiðis:
– Í yvir 40 ár hevur hann verið har, tá tørvurin var størstur. Í regni og kava, nátt sum dag – altíð klárur at hjálpa. Tað er ikki bara eitt starv. Tað er eitt kall.
Sjúkraflutningstænastan er tryggleikin, vit líta á, tá lívið er viðbrekið. Og í mong ár hevur Ove verið ein partur av júst tí tryggleikanum. Eitt kent andlit, ein rólig rødd, ein hjálpandi hond.
– Takk, Ove, fyri títt stóra hjarta og títt trúfesti.
![]()
(Mynd: Landssjúkrahúsið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald