Handilskríggj millum USA og Kina, óvissa um Brexit, ørkymlandi útmeldingar frá amerikanska forsetan og aðrar hendingar úti í stóra heimi er orsøk til, at teir føroyingar, sum hava eftirløn sína í eftirlønargrunninum hjá Føroya Arbeiðarafelag, mistu fitt av peningi í fjør.
Fyri fyrstu ferð síðan 2008 vísti roknskapurin hjá Eftirlønargrunni Føroya Arbeiðarafelags hall í fjør. Hallið varð góðar 440.000 krónur.
Negativa úrslitið skyldast, at grunnurin mátti staðfesta heili 40 milliónir krónur í tapi í virðisjavningum av serliga virðisbrøvum og lánsbrøvum.
Grunnurin greiðir í ársfrágreiðingini frá, gongdin annars hevur verið sum væntað, tó at úrslitið ikki gjørdist tað væntaða. Greitt verður frá, at ikki er óvanligt at íløgurnar miseydnast, og at tað tí hevur týdning at hyggja at langtíðarvinninginum, tá avrikið skal metast.
Fleiri orsøkir eru til, at altjóða íløgurnar góvu hall í 2018: Handilskríggj millum USA og Kina, rentuhækkingin hjá amerikanska miðbankanum, tekin um lækkandi búskaparvøkstur í heiminum, óvissa um Brexit, italska stríðið við ES um fíggjarlóg, ófriður í Fraklandi og ørkymlandi útmeldingar frá Donald Trump.
Størstu ávirkanina hevur tó handilskríggið millum USA og Kina havt, verður sagt í frágreiðingini. Nevndin fyri eftirlønargrunnin er ikki nøgd við gongdina, men vissar um, at íløgurnar hjá grunninum eru væl spjaddar.
- Í nógvar mátar var 2018 eitt serligt ár, men lutfalsliga varni íløgupolitikkurin hjá grunninum syrgdi fyri, at hallið hóast alt ikki varð serliga stórt, um eitt nú verður sammett við danskar eftirlønartrunnar, stendur at lesa í frágreiðingini frá nevndini. Væntað verður, at árið í ár verður munandi betri, og roknast kann við einum vinningi í ár.
Eftirlønargrunnur Føroya Arbeiðarafelags hevur nú 19.845 limir. Stjóri er Elin Sørensen og í nevndini sita Georg F. Hansen, formaður, Páll Nielsen, Hans Jacob Joensen, Sunrid Vang og Jan Otto S. Holm.
Minni miss men størri hall
Ein annar eftirlønargrunnur, Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags, sum er nakað minni enn tann hjá FA, varð eisini ávirkaður av neiligu gongdini á altjóða virðisbrævamarknaðinum, og kom úr 2018 við næstan 800.000 krónum í halli. Virðisjavningin fyri gjørdar íløgur varð ikki eins stór, men kortini var samlaða hallið nakað størri.
Petur Juul Jacobsen er stjóri í Eftirlønargrunni Havnar Handverkarafelag, og í nevndini sita Sofus Joensen, formaður, Jan Otto S. Holm, Jóhan J. Lamhauge, Eli Brimsvík og Dánial Pauli Djurhuus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald