Enn er ikki semja í samgonguni um, hvør verður formaður í mentanarnevndini. Hanna Jensen hevur verið forkvinna í nevndini, men onkur nýggjur skal finnast, nú hon er vorðin landsstýrisfólk í skúlamálum.
Sum skilst varð avtala gjørd um, at Óluva Klettskarð skuldi gerast forkvinna í mentanarnevndini, eftir at Framsókn fekk nýggja landsstýrisfólkið. Men greitt er eisini, at Javnaðarflokkurin allarhelst skal hava formanssessin í mentanar- ella trivnaðarnevndini.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, váttar, at tingast verður um hesi tingini enn. Hann sigur at semja verður funnin skjótt, men at tað als ikki er talan um nakra stóra ósemju.
Poul Michelsen sigur, at talan er um spurning ímillum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, men at hann heldur ikki veit um, at talan er um stóra ósemju.
Enn er ikki ásett, nær nevndarsessirnir skulu veljast. Síðsti framløgudagur er í løgtinginum hósdagin 28. februar, og greitt er at øll mál skulu latast tinginum áðrenn tá. Hósdagin er landsstýrisfundur, og tá skal tingast um, hvørji mál samgongan fer at raðfesta næsta hálva árið.
Formanssessirnir í tingnevndunum eru býttir soleiðis í dag:
Fíggjarnevndin:
Bárður á Steig Nielsen (Sambandsflokkurin)
Trivnaðarnevndin:
Katrin Kallsberg (Tjóðveldi)
Landsstýrismálanevndin:
Magnus Rasmussen (Sambandsflokkurin)
Mentanarnevndin:
Hanna Jensen (Framsókn)
Rættarnevndin:
Kristin Michelsen (Uttanflokka)
Uttanlandsnevndin:
Annita á Fríðriksmørk (Tjóðveldi)
Vinnunevndin:
Bjørt Samuelsen (Tjóðveldi)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald